Ætlar ikki at bróta lyftið um avgjøld

Ætlar ikki at bróta lyftið um avgjøld
Fólkaflokkurin fer ikki at hækka ella seta nýggj gjøld í verk, segði flokkurin undir valstríðnum, men nú verður boðað frá avgjaldshækkingum kortini
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum nú aftur er tinglimur hjá Fólkaflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.01.2022 - 13:05

Fólkaflokkurin fer ikki undir nøkrum umstøðum at hækka, ella innføra nýggj gjøld. Heldur ikki avgjald á brennievni.

Soleiðis ljóðaði vallyftið frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu, tann 6. august í 2019.

Hóast tað, hevur samgongan lagt uppskot fram um at hækka avgjald á brennievni og at hækka vegskattin í sambandi við samferðslupakkan.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur seg tó ikki hava broytt meining um avgjøld á brennievni. Hon ætlar at gera sína ávirkan galdandi, tá málið kemur til viðgerðar.

Hoyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir her.

1502489

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037