- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiskir hermenn á markinum til Ukreina

Amerikanska stjórnin stúrir fyri, at Russland fyrireikar eina hernaðarliga innrás í Ukreina.
Sambært amerikansku fregnartænastuni, er okkurt sum bendir á, at Russland fer at pallseta eitt álop ella eina ukrainska provokatión, sum síðani kann nýtast sum undanførsla hjá russum at gera innrás í Ukreina.
- Vit hava vitan, sum bendir á, at Russland longu nú hevur njósnarar í Ukreina, sum skulu fyreika eina falska ukrainska provokatión. Tað segði Jen Psaki, sum er talskvinna fyri Hvítu Húsini, við altjóða miðlar í dag.
Jen Psaki sigur, at Russland hevur ætlanir um at brúka somu amboð sum í stríðnum um Krim-hálvoynna. Fyri 8 árum síðani tók Russland Krim-hálvoynna, sum var ukreinskt øki.
Sambært russisku stjórnini eru allar ákærurnar mótvegis Russlandi ósannar.
Úttalilsini eru uttan tyngd og eru ikki váttaði av nøkrum, sigur talsmaður hjá Vladimir Putin forseta við russiska statsmiðilin Tass.
Í løtuni eru umleið 100.000 russiskir hermenn við ukreinska markið. Og tað elvir til stúran í vesturheiminum.
Men Russland hevur onga ætlan um at leypa á Ukreina. Hermenninir skulu einans verja Russland móti agressivu framferðini hjá NATO, sigur talsmaðurin hjá Vladimir Putin.



























