Íslendsk skip hava landað 160.000 tons av lodnu

Íslendsk skip hava landað 160.000 tons av lodnu
Kvotan er 660.000 tons, og Føroyar eiga 30.000 tons
Íslendska lodnukvotan er 660.000 tons, Noreg eigur 145.000 tons, Grønland 67.000 og Føroyar 30.000 tons.
 
21.01.2022 - 08:43

Íslendingar fiska nógva lodnu í løtuni. 160.000 tons eru higartil landað síðani fyrst í desember.

Eitt skip landaði góð 3.000 tons í Vedde í Noregi herfyri. Tað sigst vera størsta lodnulast, sum landað er í Noregi.

Og eitt annað skip landaði góð 3.200 tons á Seyðisfirði. Tað er størsta lodnulast, sum er landað í Íslandi.

Tilmælið um lodnukvotuna verður endurskoðað, tá rannsóknarferðin, sum nú er byrjað, er liðug um eina góða viku.

Oftast verður tilmælið minkað eftir seinnu kanningarferðina, í fjør úr 170.000 tonsum niður í 127.000 tons.

Kvotan er 660.000 tons

Íslendska kvotan er 660.000 tons, Noreg eigur 145.000 tons, Grønland 67.000 og Føroyar 30.000 tons.

68 norsk skip hava fingið loyvi at fiska lodnu í íslendskum sjógvi.

Norðmenn hava givið ilt av sær, tí norsku skipini sleppa bara at brúka nót. Lodnan stendur av djúpt til, at hon kann fiskast við nót.

Eitt norskt skip fór heim mikudagin. Tað hevði bara 55 tons.

Lodnufiskiskapurin er í ein landnyrðing úr Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328