- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bátur sleit, men annars friðarligt samdøgur

Tað hevur verið nakað av vindi, hetta seinasta samdøgrið.
Tað hevur millum annað havt við sær, at MRCC í morgun fekk eina fráboðan um ein bát, sum hevði slitið og rak út fyri norðhavnina í Klaksvík. Frá MRCC verður sagt, at tey hava fingið fatur á bátinum aftur og hava, fyri lítlari løtu síðan, sleipað hann inn.
Løgreglan hevur í nátt handtikið ein mann, fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka.
Beint eftir midnátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur hevði borið við ein garð í Havn. Tá løgreglan kom á staðið, var ongin førari. Løgreglan fór síðan heim til mannin, sum vísti seg at verða ávirkaður av rúsdrekka.
Tað vísti seg at maðurin hevði mist koyrikortið frammanundan. Tí hevði hann koyrt í frádømingartíðini og fær av tí sama eina fongsulsrevsing.
Hóast skeinkistøðini aftur høvdu opið, sum vant í nátt, so vóru ikki nógv fólk úti og løgreglan hevði eina friðarliga nátt.






















