Ráðstevna um fiskivinnu

Ráðstevna um fiskivinnu
Granskarar og umboð fyri fiskivinnuna fara at hava framløgu um støðuna og meta um útlitini fyri burðardyggari fiskivinnun
Havstovan skipar fyri ráðstevnuni um burðardygga fiskivinnu.
 
24.01.2022 - 15:17

Havstovan skipar í næstu viku fyri ráðstevnu um møguleikar og avbjóðingar fiskivinnuni í framtíðini. 

Granskarar á Havstovuni og umboð fyri fiskivinnuna fara at hava framløgu um støðuna og útlitini fyri eini burðardyggari fiskivinnu, skrivar Havstovan.

Sjóneykan verður eisini sett á, hvussu treytirnar í føroyskari fiskivinnu eru broyttar seinastu árini, og hvussu fiskivinnan og umsitingin laga seg til broytingarnar.

Á ráðstevnuni fara umboð í vinnuni, granskingarumhvørvinum og politisku skipanini at samskifta um framtíðar føroysku fiskivinnuna.

Ráðstevnan verður mánadagin 31. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858