Maður doyði um borð á Suðringi

Maður doyði um borð á Suðringi
Um hálvgum eitt tíðina sunnunáttina fekk Sjóbjargingarstøðin fráboðan um, at ein maður var fallin í óvit um borð á trolaranum Suðringi, 100 fjórðingar úr Føroyum
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Helicopters fór eftir manninum, men veðrið var ov keðiligt, og skipið livdi ov nógv, til at fáa hann upp í tyrluna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.02.2022 - 10:30

Ein maður doyði um borð á Suðringi sunnunáttina.

Um hálvgum eitt tíðina sunnunáttina fekk Sjóbjargingarstøðin fráboðan um, at ein maður var fallin í óvit um borð á trolaranum Suðringi, sum var 100 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum.

Onnur tyrlan hjá Atlantic Helicopters fór til Suðring, men maðurin fekst ikki upp í tyrluna, tí skipið livdi so nógv.

Suðringur fór síðani at sigla móti landi.

 

Doyði á veg til lands

Ætlanin var at royna aftur við tyrluni, men tá var maðurin, sum var útlendingur, deyður. Hann var síðst í fjørutiárunum.

Løgreglan hevur boðað myndugleikunum í landinum, haðani maðurin var, frá, so teir kunnu geva teimum avvarðandi deyðsboðini.

Suðringur kom á Havnina seint seinnapartin í gjár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040