Síggj sendingina: Í luftini við Marius Ziska

Síggj sendingina: Í luftini við Marius Ziska
Bólkurin Marius Ziska er gestur "Í luftini", og borðreiður við bæði kendum og spennandi nýggjum tónleiki
Marius Ziska í legendarisku Útvarpshøllini
 
04.03.2022 - 22:10

Í 2013 útgav Hans Marius Ziska plátuna "Recreation" saman við bólki sínum, og síðani hevur Marius Ziska verið millum fremstu tónlistanøvn har á landi. 

Hans Marius Ziska

 

Hesa vikuna er Marius Ziska gestur í "Í luftini". 

"Í luftini" er sjónvarpsrøð við práti og live-framførslum í legendarisku Útvarpshøllini við fløguaktuellar føroyskum tónleikarum.

Mikael Blak

 

Í sendingini verður tosað við Hans Marius Ziska, Mikael Blak og Heðin Ziska Davidsen um nýggju plátuna hjá Marius Ziska, sum kemur út seinni í ár.

Heðin Ziska Davidsen

 

Rob Moose er við

Millum annað spælir heimskendi Rob Moose strúkarar á plátuni.

Tey, ið ikki kennast við Rob Moose, kenna kanska nøkur av teimum, ið hann hevur arrangerað og spælt strúkarar fyri, eitt nú Taylor Swift, Bon Iver og Phoebe Bridgers. 

Tað var tó rættiliga nógv av tilvild, at tað eydnaðist at fáa Rob Moose við á plátuna, sum Hans Marius Ziska her greiðir frá. 

220304_NET_MARIUS_SYNK

"Í luftini" er gjørd í samstarvi við føroysku tónleikaútflutningsstovuna, Faroe Islands Music Export ella bara FMX.

FMX skal marknaðarføra føroyskan tónleik um allan heim og ráðgeva bæði føroyska tónleikaumhvørvinum og útlendskum fyritøkum og tónleikarum, sum fáa sær føroyskar samstarvsfelagar, um tónleikaútflutning.  

Virksemið hjá FMX verður fíggjað gjøgnum Vinnumálaráðið, og fíggjarætlanin er umleið eina millión krónur.

 

Øll sendingini "Í luftini við Marius Ziska" sæst niðanfyri.

TON00200_Marius


 

 

Marius Ziska eru:
Hans Marius Ziska - sang og gittar
Heðin Ziska Davidsen - gittar, ljómborð o.a.
Mikael Blak - bass, ljómborð o.a.
Jan Rúni Poulsen - trummur
Magnus Johannesen - ljómborð
Allan Tausen - gittar, ljómborð o.a.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980