Lutakast um nevndarsess

Lutakast um nevndarsess
Pedagogfelagið og Starvsfelagið høvdu aðalfund leygardagin
Valborg H. Hammer og Gunnvá A. Hansen eru nýggir nevndarlimir í Pedagogfelagnum.
Mynd: Pedagogfelagið  
 
07.03.2022 - 08:59

Lutakast var um ein nevndarsess í Pedagogfelagnum á aðalfundnum leygardagin.

Gunnvá Akraberg Hansen stillaði upp, og Valborg H. Hammer og Harald Joensen, sum bæði vóru í nevndini, tóku við afturvali.

Valborg H. Hammer fekk nógv flestar atkvøður. Men Gunnvá A. Hansen og Harald Joensen fingu bæði 214 atkvøður í part. 

Síðani var lutakast, sum Gunnvá A. Hansen vann. Harald Joensen er nú tiltakslimur.

 

Nýggir nevndarlimir í Starvsfelagnum

Starvsfelagið hevði eisini aðalfund leygardagin.

Har komu Hildigerð Djurhuus og Hergeir Staksberg í nevndina. Tey eru bæði nýggj í nevndini.

Hilmar Augustinussen, sum var í nevndini, stillaði eisini upp. Hann er nú tiltakslimur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325