USA: Russar søkja at sivilum málum

bannari
USA: Russar søkja at sivilum málum
Moralurin hjá russisku hermonnunum er viknaður, og Russland umhugsar nú at fáa hjálp
Russisku álopini á hús og bygningar í høvuðsstaðnum Kyiv halda fram. Amerikanarar siga, at russar fremja í alt størri mun álop á sivilmál.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.03.2022 - 08:15

Russiskar deildir fremja í alt størri mun álop á sivilmál í Ukraina. 

Tað sigur amerikanska stjórnin.

- Vit hava sæð alsamt fleiri álop á sivila undirstøðukervið, sum er sivilmál, sigur eitt embætisfólk í Pentagon við týsku tíðindastovuna, DPA.

15. mars hevði ST skrásett, at 726 sivilfólk vóru dripin, harav 52 børn, og 1.174 eru særd, síðani kríggið brast á 24. februar. Veruliga talið er helst munandi størri.

 

Ringur moralur

Samstundis er moralurin hjá russisku deildunum viknaður fleiri staðni, sigur embætisfólkið.

- Vit hava ikki innlit í hvørja einastu deild, og hvar tær eru. Men vit hava fingið greiðar ábendingar um, at moralurin er vánaligur í fleiri deildum, segði embætisfólkið.

Russiska verjan umhugsar nú at fáa hjálp.

Alsamt størri virksemi er hjá russiska flotanum við havnabýin Odessa í útsynningspartinum av Ukraina, men eingi greið tekin eru um álop frá sjónum, sigur keldan fyri DPA.

 

Álop á heilsustovnar

Í minsta lagi 12 fólk eru dripin og 34 hava fingið skaða í í minsta lagi 43 álopum á heilsustovnar í Ukraina.

Tað sigur aðalskrivarin í heimsheilsustovninum, WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, sambært CNN.

Millum tey deyðu og løstaðu eru heilsustarvsfólk, sigur hann.

- Álop á heilsuverk er brot á altjóða humanitera lóg, sama nær tað er, og hvar tað er. Tey forða fólki at fáa neyðuga hjálp og oyðileggja heilsuverk, sum longu eru undir trýsti, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736