Mentanarnevndin spyr um revsiváttan

Mentanarnevndin spyr um revsiváttan
Nevndin, sum viðger uppskotið frá Mentamálaráðnum, spyr m.a. um ein dømdur pedofilur kanna setast í starv
Beinta Løwe er forkvinna í Mentanarnevndini hjá løgtinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.03.2022 - 08:33

Hvussu ber tað til, at arbeiðsgevarar skulu gera av, um fólk hava reina barnaváttan, hevur Mentanarnevndin hjá løgtinginum spurt Jenis av Rana, landsstýrismann.

Í lógaruppskotinum um barnaváttan stendur, at so leingi einki avmarkandi ella byrðandi er ásett í løgtingslógini, ella við heimild í løgtingslógini, fer tað sambært leiðslurættinum altíð at áliggja arbeiðsgevarum at meta barnaváttanina. 

Hví hevur Menta- og uttanríkismálaráðið ikki valt at løgskipa, nær fólk, sum ikki hava reina barnaváttan, kunnu setast í starv, vil Mentanarnevndin hava at vita.

Hon spyr eisini, um ein dømdur pedofilur ella fólk, sum hava okkurt í barnaváttanin, kunnu setast í starv ella setast sum venjari, leiðari á summarlegum og so framvegis, sama um hetta er lønt ella ólønt, har tey hava við børn og ung undir 15 ár at gera.

Og Mentanarnevndin spyr, um barnaváttan verður kravd frá útlendingum,.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV