- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vænta semingsfund hósdagin
Vænta semingsfund hósdagin
Semingsstovnurin ætlar at hava semingsfund millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini komandi hósdag

Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsenn, semingsmenn.
Mynd: Savn.
02.04.2022 - 15:15
Semingsstovnurin hevur nú havt fundir við øll trý manningarfeløgini og við Reiðarafelagið.
Terje Sigurðsson, semingsmanður, sigur, at Semingsstovnurin fer at brúka komandi dagarnar til at skapa sær eina mynd av støðuni millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið.
Semingsstovnurin fer væntandi at byrja uppá eina seming hósdagin.
Sáttmálarnir fóru úr gildi á midnátt í gjár, 1. apríl.
Vanligt er, at sáttmálin verður longdur, men Skipara- og Navigatørfelagið vil sum einasta felag, ikki leingja sáttmálan, skrivar heimasíðan fsn.fo. Hesaferð samráðast manningarfeløgini ikki saman.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Breddin: Novo Nordisk - álitisbrot millum sjúklingar og heilsustarvsfólk?
216536
Nýggjastu sendingar í SV
























