Arkitektakapping um kampus til Fróðskaparsetrið

Arkitektakapping um kampus til Fróðskaparsetrið
Samráðingar eru eisini við Tórshavnar kommunu, sum eigur part av matriklinum á Venjingarskúlanum, har kampusøkið skal verða
Fyrsta stig er at yvirtaka og seta Venjingarskúlan í stand, so fleiri partar av Fróðskaparsetrinum kunnu húsast í sama bygningi, sigur landsstýrismaðurin.
 
03.04.2022 - 15:16

Kampusbólkurin er farin at fyrireika arkitektakapping fyri universitetskampus, sum eftir ætlan skal byggjast á økinum við Venjingarskúlan í Havn.

Kappingin verður um ein høvuðsbygning, sum skal verða miðsavnandi fyri alt Fróðskaparsetrið, og hvussu alt økið endaliga skal skipast.

Tað upplýsir Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmann.

Fimm milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini í ár til arbeiðið.

 

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður í Framsókn, hevur fingið svar frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um universitetskampus. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Samráðingar við kommununa

Samráðingar eru eisini við Tórshavnar kommunu, sum eigur part av matriklinum á Venjingarskúlanum, har kampusøkið skal verða.

Arktitektakappingin verður væntandi útskrivað í ár, men tað er ilt at siga, nær kampusøkið stendur liðugt, tí ætlanin er at byggja í stigum, sigur Jenis av Rana.

Fyrsta stig er at yvirtaka og seta Venjingarskúlan í stand, so fleiri partar av Fróðskaparsetrinum kunnu húsast í sama bygningi.

Síðani verður farið at byggja. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655