Privata nýtslan og íløguhugurin minka

Privata nýtslan og íløguhugurin minka
Kríggið í Ukraina fer eisini ávirka føroyska búskapin, sigur Fíggjarmálaráðið
Kríggið í Ukraina hevur havt við sær, at matvøruprísirnir eru hækkaðir, og teir fara helst at hækka meira. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
03.04.2022 - 10:22

Kríggið í Ukraina fer at skunda undir prísvøksturin, sum longu var stórur, áðrenn Russland gjørdi innrás.

Tað stendur í Búskaparfrágreiðingini frá Fíggjarmálaráðnum, sum er løgd við uppskotinum um játtanarkarmar fyri næsta ár.

Prísirnir á matvørum og rávørum, olju og gassi, eru longu hækkaðir munandi, og teir fara væntandi at hækka enn meira.

Óvissan um útlitini kann fara at minka um privatu nýtsluna og hugin at gera íløgur.

Kríggið ávirkar føroyska útflutningin til Ukraina, Russlands og Hvítarusslands. Roknað verður við, at tað fer at bera til at finna aðrar útflutningmarknaðir, men tað verður fyri lægri prís.

 

Fíggjarmálaráðið hevur skrivað búskaparfrágreiðing í sambandi við játtanarkarmar fyri 2023.

 

Óvissa um fiskiveiðiavtalu

Óvissa er eisini um fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Russland, og um tað yvirhøvur fer at bera til at gera fiskiveiðiavtalur við Russland næstu árini.

Høgi oljuprísurin fer helst at tálma vøksturin og privatu nýtsluna næstu árini, stendur í Búskaparfrágreiðingini.

Seinastu árini hava privatar og almennar íløgur verið munandi ískoyti til vøksturin í búskapinum.

Men kríggið í Ukraina og óvissan um útlitini fara sannlíkt at minka hugin hjá fyritøkum og húsarhaldum at gera stórar íløgur, men framvegis kann roknast við nógvum almennum og privatum íløgum næstu árini, sigur Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815