Ræðuleikar eisini aðrastaðni enn í Butja

Ræðuleikar eisini aðrastaðni enn í Butja
Ukrainskir hermenn er komnir fram á fleiri lík í einum býarparti, sum liggur 35 kilometrar frá Butja
Hildið verður, at russiskir hermenn hava beint fyri 400 sivilfólkum í Butja, sum er ein forstaður til høvuðsstaðin Kyiv. Nógv lík lógu í gøtunum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.04.2022 - 09:36

Tekin eru um, at russisku herdeildirnar hava framt grov brotsverk aðrastaðni í Ukraina, enn í býarpartinum, Butja, har ukrainsku deildirnar funnu yvir 300 lík. Tey flestu vóru avrættað.

Nú sigur talskvinnan hjá amerikanska forsetanum, Jen Psaki, at tekin eru um sama slag brotsverk í øðrum býarpørtum, har ongar kanningar eru gjørdar enn.

Russland hevur víst aftur, at russiskir hermenn hava gjørt av við sivilfólk, men í gjár kundi amerikanska blaðið, New York Times, avdúka, at fylgisveinamyndir avdúkaðu, at russiskir hermenn skutu ein mann, sum var á súklu.

Eisini Kina er farið at ivast í tíðindunum úr Moskva, og hevur biðið um kanningar av nógvu málunum í Butja.

Í gjár komu ukrainskir hermenn fram á fleiri lík í býarpartinum, Motyzjyn, sum liggur 35 kilometrar frá Butja, og tað fær heimin at tosa um, at allir ræðuleikarnir verri enn so eru avdúkaðir.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur bart út, at Vladimir Putin, forseti, er ein kríksbrotsmaður, og at hann eigur at koma fyri rættin sum slíkur.

 

Soleiðis sær út nógvastaðni í Butja. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

4.500 russisk brotsverk í Ukraina

Høvuðsákærin í Ukraina, Iryna Venediktova, upplýsir, at myndugleikarnir eru í ferð við at kanna 4.500 russisk brotsverk í Ukraina, sum boð eru komin um, og talið økist hvønn dag, tí áhaldandi koma boð frá fólki um brotsverk av ymsum slag.

Tað skrivar The Guardian.

Serliga eru tað nógvu málini í Butja, har fólk eru avrættað, og í høvuðsstaðnum, Kyiv, har fólk nú verða latin leys, sum hava verið í russiskum varðhaldi, og eru illa viðfarin.

- Ákærar eru í ferð við at kanna tey nógvu málini, sum skulu skrásetast, og so skal støða takast til, hvørji mál skulu koma fyri rættin í Ukraina, og hvørji mál skulu fyri altjóða dómstólin í Haag, sigur Iryna Venedoktova við bretska blaðið.

 

Bardagar í Mariupol
Bretska fregnartænastan boðar í morgun frá hørðum og ógvusligum bardøgum í havnarbýnum Mariupol.

Sambært fregnartænastuni eru umleið 160.000 sivilfólk framvegis í býnum, og tey hava hvørki ljós, hita, vatn ella heilivág, og tey kunnu ikki samskifta við nakran, skrivar bretska fregnartænastan.

Lagt verður aftrat, at russisku deildirnar hava forðað hjálparfólki í at nærkast býnum, sum Russland vil hava valdið á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604