Álitini um flóttafólkalógirnar koma í dag

Álitini um flóttafólkalógirnar koma í dag
Bara framløga er á skránni fyri tingfundin seinnapartin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.04.2022 - 08:31

Klokkan eitt í dag skulu nevndirnar, sum viðgera flóttafólkalógirnar, koma við álitum sínum.

Uppskotið um ríkislógartilmælið er í Rættarnevndini, uppskotið um atgongd til sjúkrahúsverkið í Trivnaðarnevndini, og uppskotið um eykajáttanarlóg er í Fíggjarnevndini.

Uppskotið um heilmild til at seta tiltøk í verk móti Russlandi, Hvítarusslandi og ikki-stjórnarstýrdu ukrainsku økjunum Donetsk og Luhansk á yvirtiknum málsøkjum á sama hátt sum ES og onnur samsint lond hava gjørt eftir innrásina í Ukraina hevur ikki havt fyrstu viðgerð í tinginum enn.

Bara framløga er á skránni fyri tingfundin seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793