Vilhelm Johannesen farin

Vilhelm Johannesen farin
Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin Vilhelm Johannesen andaðist pálmasunnudag, 79 ára gamal
Vilhelm Johannesen gjørdist 79 ára gamal
Mynd: Signhild Johannesen privat  
 
11.04.2022 - 12:00

Vilhelm Johannesen umboðaði Javnaðarflokkin sum løgtingsmaður og landsstýrismaður. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1980 og røkti tann sessin fram til 2008. 

Tvær ferðir vóru boð eftir honum í landsstýrinum. Fyrst frá 1979-81 og so aftur frá 1985-89. 

Umframt at vera virkin í landspolitikki sat Vilhelm Johannesen eisini í Klaksvíkar býráði frá 1975 til 1984.

Umframt at vera politikari starvaðist Vilhelm Johannesen eisini sum úttbúgvingarleiðari í postverkinum og var ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum frá 1972 til 1979.

Hann røkti eisini onnur álitisstørv og var m.a. formaður í stýrinum fyri Norðoya Røktarheim 1984-85, formaður í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús 1991-1993 og formaður í Føroya Kommunufelag frá 1977 til 1979.

Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin Vilhelm Johannesen andaðist pálmasunnudag, 79 ára gamal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227