Fiskiskapur hóast høgtíð er

Fiskiskapur hóast høgtíð er
Fiskamarknaðurin tekur samanum fiskaríið í næstu viku
Líkindi verða at rógva út eftir páskir.
 
15.04.2022 - 12:01

Hóast páskir eru, eru nógv fiskiskip úti.

Um næstu viku sigur Fiskamarknaðurin, at tvey ísfiskalínuskip eru úti. Fiskaríið er smáligt.

Tvey frystilínuskip eru við Ísland, fýra við Eysturgrønland og tvey eru undir Føroyum.

Um útróður verður sagt, at streymurin batnar sum vikan gongur og veðrið sær út til at blíva brúkiligt, so nakar útróður verður eftir páskir. 

Annar djúpvatnstrolarin fiskar svartkalva. Hin liggur.

Partrolarar

Um partrolarar sigur Fiskamarknaðurin, at fýra pør eru til fiskarí og koma øll at avreiða í vikuni. Tey hava smáligt fiskarí. 

Tvey pør fiska gulllaks.

Tveir trolbátar eru úti og koma báðir at avreiða fyrst í vikuni. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. 

Tvey fiska havtasku. Bæði hava brúkiligt fiskarí. 

Øll garnaskipini avreiða í vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655