Amerikanarar senda vápn til Ukraina

bannari
Amerikanarar senda vápn til Ukraina
Vápn fyri 5,5 milliardir krónur eru ávegis til Ukraina
Joe Biden, forseti í USA.
Mynd: Ritzau Scanpix.  
 
16.04.2022 - 10:58

Nú russarar hótta við fleiri álopum í Ukraina, hevur USA avgjørt at senda enn fleiri vápn til ukrainska herin. Talan er um vápn fyri 5,5 milliardir krónur, og tað eru vápn av tí tyngra slagnum. Higartil hevur tað mest verið verjuútgerð sum er send ukrainska herinum, men nú er eisini talan um vápn at leypa á við.

Talan er um tung skotvápn og kanónir, armerað akfør og stríðstyrlur. Serliga stríðstyrlurnar verða mettar sum ein verulig dubbing, tí higartil hevur eingin vilja latið stríðsflogfør til landið. Fleiri NATO-lond hava bjóðað sær at sent stríðsflogfør til Ukraina av slagnum MIG, sum ukrainsku flogskipararnir kenna, men hetta er steðgað, tí tað verður mett sum álopsvápn.

Anders Puck Nielsen, sum er granskari á Verjuakademiinum sigur við DR, at vápnastuðulin í hesum umfari eru av heilt øðrum slag enn áður. Nú hevur USA viðurkent, at tað kann verða neyðugt við beinleiðis álopum á russiskar deildir, sum skulu trýstast úr landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985