Marius DC, Impartial og Tiger På Spring komu í Sement-finaluna

Marius DC, Impartial og Tiger På Spring komu í Sement-finaluna
3. umfar av Sement endaði við, at bólkarnir Tiger På Spring, Impartial og Marius DC spældu seg í finaluna í einum sera sterkum umfari
 
24.04.2022 - 00:45

Næsta leygarkvøld verður finalan í Sement, og seinastu trý leygarkvøldini hava 17 bólkar og einstaklingar kappast um at sleppa í finaluna. 

Í kvøld kappaðust sjey bólkar um trý finalupláss, og umfarið var sera sterkt. 

Tá avtornaði, so vóru tað hipp/hopparin og rapparin Marius DC, tungmálsbólkurin Impartial og donsku progrokkararnir Tiger På Spring, sum fingu eitt atgongumerki til finaluna. 

Aftur í kvøld stroymdi ungdómspallurin hjá Kringvarpi Føroyar, BIIT, beinleiðis frá Sement, og øll sendingin kemur út á heimasíðuna í morgin. 

BIIT er aftur klárt at senda beinleiðis frá Sement-finaluni næsta leygarkvøld. 

 

Sement-finaluluttakara:
SWAY
RSP
Daniel
Dania O. Tausen
Impartial
Marius DC
Tiger På Spring

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040