Guterres hittir Lavrov í Moskva

bannari
Guterres hittir Lavrov í Moskva
ST-aðalskrivarin er í russiska høvuðsstaðnum í dag, og haðani gongur leiðin til Kyiv
Antonio Guterres, ST-aðalskrivari, og russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.04.2022 - 11:32

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, er í Moskva í dag, og hann hevur havt fund við russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov.

Ikki er greitt, hvat kom burtur úr fundinum, men í skjáttuni hevði við ST-aðalskrivarin eitt ítøkiligt ynski úr Ukraina, sum vil hava ST hava gera alt, sum gerast kann, fyri fáa fólk úr havnarbýnum Mariupol.

Guterres hevur fleiri ferðir mælt til humanitera vápnahvíld í krígnum í Ukraina, men undan fundinum í Moskva, segði russiski sendiharrin í ST, at enn er langt á mál til nakra vápnahvíld.

Eftir vitjanina í Moskva fer Antonio Guterres til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv. 

 

Her eru myndir frá AP-tíðindastovuni frá fundinum millum Guterres og Lavrov í Moskva:

 

GUTERRES_LAVROV

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572