67 mió. kr. afturat til H-bygningin

67 mió. kr. afturat til H-bygningin
Løgtingið skal játta 67 mió. kr. afturat til H-bygningin á Landssjúrkahúsinum. Upprunaliga bað landsstýrismaðurin um 51 mió. kr.
 
28.04.2022 - 18:03

Løgtingið fer um eina løtu at viðgera umbøn um at játta 67 milliónir krónur afturat til H-bygningin.

Sambært landsstýrismanninum í heilsumálum, sum í vikuni bar lógaruppskotið í løgtingið, skulu pengarnir brúkast til at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð.

Eisini skulu pengar brúkast til goymslutorn og vegleiðing í H-bygninginum gerast.

 

Goymslutorn gerast umaftur

Sambært einum uppriti frá Landsverki skal sonevnda goymslutornið gerast umaftur.

Um goymslutornið skrivar Landsverk soleiðis í uppritinum:

"Beint eftir at uppruna uppskotið var gjørt, kom fram, at goymslutorni, ið er við í verkætlanini fyri H-bygningin, ikki hevur tað nyttuvirði, ið ætla var. Hetta hevur havt stóra ávirkan á tað loysnina, ið var ætla fyri felags goymsluna í víðkaða partinum av kjallaranum."

Landsverk mælir tí til at verandi goymslutorn verður tikin niður, og í staðin verða tvey nýggj sett upp.

 

Úr 51 mió. upp í 67 mió.

Í eykajáttarlógini fyri mars mánaða, sum Uni Rasmussen bar í tingið síðst í mars mánaða, varð biðið um 51,4 milliónir krónur afturat til H-bygningin. Eykajáttanarlógar-uppskotið liggur enn í fíggjarnevndini. 

Nú landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, er komin í løgtingið við sínum lógaruppskotið, sum útgreinar útbyggingina, er tørvurin á pengum til H-bygningin hækkaður úr 51 milliónum upp í 67 milliónir krónur.

1.viðgerð av uppskotinium hjá Kaj Leo Holm Johannesen um at játta 67 milliónir afturat til H-bygningin er næst á skránni fyri tingfundin, sum verður hildin í løtuni.

 

Útvarpið hevur í allan dag roynt at fáa fatur á Sigurd Lamhauge, stjóra á Landsverki, sum er byggiharri fyri H-bygningin. Men til fánýtis.

H-bygningurin er evni í Breddanum í útvarpinum, klokkan 10 fyrrapartin í morgin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531