200 bústaðir á Argjahamri

200 bústaðir á Argjahamri
Í fyrsta umfari verður arbeiðið at gera ein 600 metra langan veg boðið út
Fyribils er játtaðar seks milliónir kr. at byrja útstykkingina á Argjahamri.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
29.04.2022 - 09:04

Tórshavnar býráð hevur nú játtað pengarnar til at byrja stóru útstykkingina á Argjahamri, har 200 bústaðir skulu byggjast.

Í fyrsta umfari verður arbeiðið at gera ein 600 metra langan veg boðið út.

Talan er um vegin frá rundkoyringini á Argjahamri og út til vegin hjá festaranum út í grótbrotið á Glyvursnesi.

Hetta er sambindingarvegur í útstykkingini.

Býráðið játtaði í gjár seks milliónir krónur.

Fýra milliónir fara til vegin og tvær milliónir til framhaldandi ráðlegging og projektering av útstykkingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576