Leypa aftur á stálverkið í Mariupol

bannari
Leypa aftur á stálverkið í Mariupol
Russland sigur, at Ukraina gjørdi sær dælt av støðuni í gjár, tá fólk vórðu flutt burtur, og hevur flutt verjuna til nýggjar støðir
Russar leypa aftur á stálverkið í Mariupol. Henda myndin varð tikin í gjár, tá fólk, sum hava hildið til á stálverkinum, vóru flutt burtur.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.05.2022 - 14:46

Russiskar deildir leypa í hesi løtu á stálverkið Azovstal í Mariupol. 

Tað skrivar Kyiv Independent nú seinnapartin.

Russland hevur sjálvt boðað frá, at tað aftur loypur á stálverkið við bumbum og raktettum.

Hetta hendir eftir drúgv bumbuálop í alla nátt. Tvey fólk lógu eftirá, siga keldur við ukrainska blaðið, Pravda.

 

Ukrainar flutt verjuna

Fyrradagin vóru nærum 100 fólk flutt úr stálverkinum, men har skulu framvegis vera umleið 1.000 fólk eftir.

Í fráboðanini sigur russiska verjumálráðið, at ukrainskar deildir hava gjørt sær dælt av vápnahvíldini, sum varð gjørd fyri at flyta fólk burtur, til at flyta verjuna hjá sær.

Nú eru deildir hjá russiska herinum og fólkalýðveldinum Donetsk í ferð við at oyðileggja nýggju støðirnar hjá ukrainsku verjuni, skrivar almenna russiska tíðindastovan, RIA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303