Flutt burtur úr stálverkinum Azovstal

Flutt burtur úr stálverkinum Azovstal
Allar kvinnur, børn og eldri eru flutt burtur úr stálverkinum, Azovstal, í útbumbaða havnarbýnum, Mariupol, í Ukraina
Kvinnur, børn og eldri eru flutt burtur úr stálverkinum, Azovstal.
Mynd: Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.05.2022 - 15:08

Tað upplýsir ukrainski varaforsætisráðharrin, Iryna Veresjtjuk, á einum sosialum miðli.

- Hesin parturin av humanitera átakinum er sostatt fullført, skrivar hon.

Azovstal, sum er seinasti mótstøðuskansin í Mariupol, er í tveir mánaðir støðugt blivið sundurbumbað av russum.

Ukrainskir hermenn á stálverkinum verja seg framvegis ímóti russiskum álopum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Hósdag 22. januar
Nýtt ljóð
203080
Hósdag 22. januar
Breddin: Revsitollur og handilskríggj
203070
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839