Nýggi verksmiðjutrolarin fer at eita Emerald

Nýggi verksmiðjutrolarin fer at eita Emerald
Reiðaríið fer at hava bæði Enniberg og Emerald, sum í fyrstu atløgu fer til rækjufiskiskap
Emerald fór av bakkastokki á turkisku skipasmiðjuni í dag, og hann kemur til Føroya seinni í hesum árinum.
 
10.05.2022 - 15:09

Nýggi verksmiðjutrolarin hjá P/F Havborg, sum er systurfelag hjá P/F Ennibergi, fer at eita Emerald.

Nýbygningurin fór av bakkastokki á Tersan Shipyard í Turkalandi í dag og kemur til Føroya seinni í ár.

Emerald er enska heitið á gimsteininum, sum vit nevna smaragd, og nú fer nýggi verksmiðjutrolarin hjá P/F Havborg eisini at bera hetta navnið, sum í sínum týdningi m.a. verður sett í samband við endurføðing, eydnu og frið, sigur reiðaríið.

Nýbygningurin er ikki doyptur enn. 

 

Hava bæði skipini

Ætlanin er at halda fram við fiskiskapi bæði við Ennibergi og nýggja trolaranum, sum í fyrstu atløgu fer til rækjufiskiskap.

Frystilastin á Emerald er 2.250 rúmmetrar, og hon tekur umleið 1.000 tons av frystum fiski.

Skipið er 87,5 metrar til longdar og 18 metrar breitt. Pláss er fyri 40 monnum umborð, men tað veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um. Manningin verður 18 á rækjuveiði og 34 til toskafiskiskap.

 

Emerald tekur umleið 1.000 tons av frystum fiski.

 

Trý trol í senn

Emerald er tøkniliga útgjørdur til at kunna toga við trimum trolum í senn. Verksmiðjan hevur framkomna útgerð, sum bæði kann viðgera rækjur, fisk og mjøl.

Stórur dentur er eisini lagdur á skynsama orkunýtslu fyri at minka sum mest um útlátið.

Skipsteknisk AS í Noregi hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í samstarvi við reiðaríið. Dentur er lagdur á munadygga og trygga arbeiðsgongd í øllum liðum umborð.

Emerald kostar umleið 400 milliónir krónur at byggja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558