- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur meiriluti fyri at sleppa fyrivarninum
Danmark skal sleppa fyrivarninum um verjusamstarvið í ES.
Tað er greitt eftir fólkaatkvøðuna í gjár.
66,9 prosent vóru fyri at sleppa fyrivarninum og 33,1 prosent atkvøddu nei.
Týdningarmikið stig
- Tað er eitt týdningarmikið stig, sum danska fólkið hevur tikið, og eini greið boð til Vladimir Putin, forseta í Russlandi, at Danmark nú stendur saman við hinum londunum í Europa, tá talan er um verju, segði Mette Frederiksen, tá úrslitið varð almannakunngjørt.
Hóast fyrivarnið um verjusamstarvið nú verður sett úr gildi, skal fólkatingið í hvørjum einstøkum føri taka støðu til, um Danmark verður partur av tiltøkum, sum ES fer undir.
Valluttøkan var lítil á fólkaatkvøðuni í gjár, bert 65,8 prosent atkvøddu. Bara einaferð fyrr hevur valluttøkan verið minni. Tað var, tá fólk skuldu taka støðu til patentdómstólin í 2014, skrivar DR.
Mette Frederiksen gjørdi greitt, at Danmark ikki hevur ætlanir um at seta onnur fyrivarni úr gildi, sum landið hevur mótvegis ES.
Valluttøkan á fólkaatkvøðuni í gjár var lítil, bara 65,8 prosent. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Fólkatingsval í heyst
Hildið verður, at nú fólkaatkvøðan um verjuna er av, byrjar valstríðið til fólkatingsvalið.
Nær tað verður, er ikki greitt, men val til fólkatingið skal vera í seinasta lagi um eitt ár.
Tosað verður um, at Mette Frederiksen kanska fer at framskunda fólkatingsvalið til í heyst.