Danmark tekur ikki undir við minstuløn

Danmark tekur ikki undir við minstuløn
Tað er skeivt at lóggeva um minstuløn, tí partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu samráðast um lønina, sigur Peter Hummelgaard, arbeiðsmálaráðharri
Peter Hummelgaard er ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum í Danmark.
 
17.06.2022 - 10:25

ES-tingið hevur samtykt, at minstaløn skal galda í ES. Men tað tekur Danmark ikki undir við.

Tað sigur danski ráðharrin í arbeiðsmarknaðarmálum, Peter Hummelgaard, eftir at hann var á ráðharrafundií Brússel í gjár.

Samtyktin í ES verður framvegis umrødd. Stjórnin umrøður støðuna við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, samstundis sum ætlanin verður kannað til botns.

- Vit hava frá byrjan gjørt vart við, at tað er skeivt at lóggeva um minstuløn, tí í Danmark, og eisini í Svøríki, er galdandi, at semjur verða gjørdar, sigur Peter Hummelgaard við Ritzau.

Hann leggur aftrat, at danska stjórnin er í iva um, hvussu orðingin í samtyktini skal tulkast, og hvat úrslitið verður, um ES-dómstólurin skal tulka orðingina.

Danski arbeiðsmálaráðharrin sigur, at samtyktin í ES fær lítla ávirkan á viðurskiftini í Danmark, men stjórnin hevur ta áskoðan, at tað skulu vera partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu samráðast um lønina í Danmark, og ikki ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523