Merkið tekur seg fram á listanum

Merkið tekur seg fram á listanum
Føroyar eru nú nummar 28 á listanum yvir flaggstatir, og tað hevur týdning fyri kappingarførið, sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip
Merkið er nú nummar 28 á listanum yvir flaggstatir.
 
20.06.2022 - 16:36

Reiðarafelagið fyri handilsskip fegnast um, at Føroyar taka seg fram á hvíta lista hjá evropeiska felagsskapinum fyri sjóvinnufyrisitingar, Paris MoU.

Sjóvinnustýrið boðaði í farnu viku frá, at Føroyar er nr. 28 á listanum yvir flaggstatir hjá Paris MoU.

Seinastu tvær ferðirnar, listin er komin út, hevur føroyska flaggið ligið á 31. plássi. Undan hesum lógu Føroyar á 39. plássi.

Fyri at avgera plássið á listanum verður hugt at, hvussu ofta føroysk skip eru kannað og hildin aftur í havnastatseftirliti í Evropa seinastu trý árini. 

Um flaggið ikki er á hvíta lista, verður truplari at fáa avtalur fyri skipini.

Reiðarafelagið fyri handilsskip sigur, at tað fegnast um nýggja plássið á listanum, tí hetta hevur týdning fyri kappingarførið hjá føroyskum reiðaríum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858