Hans Enoksen gevst sum floksformaður

Hans Enoksen gevst sum floksformaður
Hans Enoksen var við til at stovna Naleraq í 2014, eftir at hann tók seg úr Siumut
Hans Enoksen hevur drúgvar royndir í politikki. Hann stovnaði Naleraq í 2014, men nú gevst hann sum floksformaður.
Mynd: Sermitsiaq  
 
21.06.2022 - 09:15

Fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, hevur lagt frá sær sum formaður í grønlendska flokkinum, Naleraq. 

Sambært grønlendska miðlinum, Sermitsiaq, er orsøkin av persónligum ávum. 

Ruttsi Lynge Lennert er virkandi formaður, til eykaaðalfundur hevur valt nýggjan formann.

Tað verður ikki upplýst, um Hans Enoksen heldur fram í politikki.

 

Stovnaði flokkin

Hans Enoksen var við til at stovna Naleraq í 2014, eftir at hann tók seg úr Siumut. 

Hann hevur staðið á odda fyri flokkinum øll árini, og hevur millum annað røkt sessirnar sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum og vinnumálum. Hann hevur eisini verið formaður í Inatsisartut, landstinginum. 

Áðrenn Hans Enoksen stovnaði Naleraq, var hann limur í Siumut, har hann var formaður frá 2001 til 2009, og hann var landsstýrisformaður frá 2002 til 2009.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738