Læna Ormin Langa til róðurin á jóansøku

Læna Ormin Langa til róðurin á jóansøku
Eitt óhapp eftir róðurin á sundalagsstevnuni um vikuskiftið gjørdi, at hol kom á 10-mannafarið Norðing
Manningin á Norðingi fer nú at manna Ormin Langa, sum kappróðrarfelagið hevur lænt.
Mynd: Róðrarsambandið  
 
22.06.2022 - 14:13

Manningin á 10-mannafarinum, Norðingi, fer at manna Ormin Langa á jóansøku. 

Eitt óhapp eftir róðurin á sundalagsstevnuni um vikuskiftið gjørdi, at hol kom á 10-mannafarið Norðing, og Róðrarfelagið Knørrur hevur tí lánt teimum Ormin Langa, sum er frá 2018.

Hjalmar Zachariasen er bátsformaður á Norðingi:

 

1534875


 

Róðrarfelagið hevur kannað, um báturin kann umvælast:

Tað er størri spenningur hjá 10-mannaførunum í ár enn í fjør, tá Klaksvísingur vann allar róðarnar móti einasta avbjóðaranum, Orminum Langa.

Í kappingini í ár vann Norðingur fyrsta róðurin á Norðoyastevnu, men liggur nú á øðrum plássi, eftir at Klaksvíkingur vann róðrarnar, sum hava verið síðani.

 

Ormurin Langi hevur vunnið á nógvum stevnum, men hann rør ikki í ár. (Mynd: Róðrarsambandið)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470