Hevur longu fingið 40.000 undirskriftir

Hevur longu fingið 40.000 undirskriftir
Nýggi flokkurin, Danmarksdemokratarnir, hevur tvær ferðir so nógvar undirskriftir, sum eru neyðugar, fyri at stilla upp til fólkatingsval
Inger Støjberg skipaði fyri tíðindafundi í gjár, tá hon kunngjørdi nýggja flokkin, Danmarksdemokratarnar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.06.2022 - 09:30

Tað er ikki meira enn eitt samdøgur síðani, at Inger Støjberg kunngjørdi nýggja flokkin, Danmarksdemoktararnir.

Men, longu nú er greitt, at 40.321 danskarar hava givið henni váttan um stuðul til at stovna flokkin, skrivar TV2.

Váttanirnar skulu tó kannast nærri og góðkennast, áðrenn tær eru endaliga galdandi til uppstillingina.

Sostatt hevur Inger Støjberg fingið væl meira enn tær 20.182 undirskriftirnar, ið skulu til fyri at stilla upp til næsta fólkatingsval.

 

Varpar ljós á øki uttan fyri Keypmannahavn

Týsdagin góðkendi valnevndin floksnavnið "Danmarksdemokratarnir - Inger Støjberg".

Og í gjár váttaði fyrrverandi ráðharrin hjá Vinstraflokkinum eisini tað, sum gitt hevur verið um í fleiri mánaðir.

Fyribils eru bara Støjberg sjálv og tvey onnur fólk í flokkinum. Fleiri fyrrverandi fólkatingslimir hjá Dansk Folkeparti vístu áhuga fyri nýggja flokkinum, eftir at tíðindini bórust í gjár.

Inger Støjberg sigur, at hon serliga fer at varpa ljós á økini, sum eru uttan fyri Keypmannahavn, heilsuøkið og viðurskiftini hjá fyritøkum.

Sostatt er eisini greitt, at fyrrverandi ráðharrin hjá Vinstraflokkinum fer at leggja seg eftir øðrum enn stranga útlendingapolitikkinum, sum hon annars boðaði frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176
Hósdag 5. mars
Emma: Aldan
205188