Fólkaatkvøða um skotskt sjálvstýri

Fólkaatkvøða um skotskt sjálvstýri
Fyrstiráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon, fer í dag at leggja fram ætlanir um nýggja fólkaatkvøðu um skotskt sjálvstýri.
 
28.06.2022 - 08:52

Hildið verður, at skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, fer at leggja fram ætlanirnar fyri fólkaatkvøðu at vera í oktobermánaði næsta ár - við ongari formellari góðkenning frá bretskum ráðharrum.

Sturgeon sigur, at hon hevur demokratiska heimild til at skipa fólkaatkvøðuna, tí flokkarnir Scottish National Party og Scottish Greens hava meirilutan í skotska parlamentinum.

- Nú er stundin komin at geva fólkinum demokratiska valið, sum tey hava atkvøtt fyri, og eftir loysingina at byggja upp vælferð, størri samstarv á jøvnum føti millum Skotland og hin partin av Bretlandi, sigur Sturgeon, sambært BBC.

Men ikki øll taka undir við ætlanunum.

Formaðurin í Scottish Conservative, Douglas Ross, sigur við BBC, at hann verður ikki við í sokallaðu fólkaatkvøðuni.

Hann leggur Sturgeon undir at spæla eitt spæl, tí onnur meira týðandi mál eru fyri framman fyri landið.

Á fólkaatkvøðuni í 2014 um skotska loysing fekk nei-vongurin 55 prosent av atkvøðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444