Føroysk rokksøga í KVF

Føroysk rokksøga í KVF
Í nýggjari dokumentarstuttrøð í Kringvarpi Føroya fáa vit søguna um føroyska orkestrið Straight Ahead og gávaða oddamannin Jørgin Dahl
Upprunamanningin í Straight Ahead. Árið er 1974. Hálvtrýss ár síðani. Ungu klaksvíkingarnir vóru slóðbrótarar í føroyskum tónleiki. Standandi f.v. Agnar Joensen, Heri Ellingsgaard, Jørgin Dahl, Archie Black og Edward Ziska
 
06.05.2024 - 12:26

Tað eru nú liðin júst hálvthundrað ár, síðan Straight Ahead purraðu føroyingar út til eina nýggja tíð í føroyskum popp- og rokktónleiki.

Í november 1974 tóku teir øll á bóli við minniligu frumútgávuni - hini gulu stakplátuni við sangunum "Komið øll við" og "Upp á gólv ("Oman í dansin").

 

Her hoyrdist helst á fyrsta sinni modernaður føroyskur rokkur - á føroyskum. Sangirnir osa av øllum tí, sum andar á okkum av altjóða musikkpallinum um somu tíð. Hetta eru kátir og lívsjáttandi sangir, sum raka plett hjá føroyskum ungdómi. 

 

Eitt nýbrot í føroyskum tónleiki

Tað eru blaðungir klaksvíkingar, sum manna Straight Ahead. Í 1974 eru teir 19 og 18 ára gamlir. Sangari og sangskrivari er Jørgin Dahl. Útgávan varskógvar eitt nýbrot í føroyskum tónleiki.

Komandi árini letur bólkurin frá sær aðrar single-og EP-plátur, og í 1978 kemur tiltikna LP-plátan - á mannamunni nevnd Veðraplátan. Hon er fyrsta heildarútgáva í Føroyum við rokktónleiki, sum manningin sjálv hevur skrivað.

 

Veðraplátan verður roknað sum ein av varðunum í føroyskari rokksøgu. Men høvuðsverkið er samstundis svanasongurin yvir legandariska bólkin, ið gavst at spæla longu áðrenn Veðraplátan kom út um jóltíðir 1978.

 

Jubileumsfepur

Straight Ahead vóru bara til í fimm ár. Teir góvust í 1978.

Pláturnar vórðu útseldar so hvørt sum tær komu út, men ongantíð endurútgivnar. Sangirnir hava tí ikki verið tøkir í mong ár. Tað hevur ljóðað, at gravgangur er eftir teimum eintøkum, sum tøk eru, og at Veðraplátan verður seld í dýrum dómum. Og mongu tiltøkini í næstum munnu vera besta dømi um, at bólkurin ikki er gloymdur. 

Í Varpinum í Klaksvík verða heiðurskonsertir fyri Straight Ahead, plátufelagið Tutl fer at leggja allan tónleikin hjá Straight Ahead út á talgildu pallarnar, útselda Veðraplátan verður endurútgivin sum LP-pláta, og tveir spildurnýggir sangir hjá Jørgin Dahl, sum Óli Poulsen og Graham Stewart hava lagt til rættis og tikið upp, eru leysgivnir.

 

Komið øll við

Og so er tað nýggja dokumentariska stuttrøðin í KVF - "Komið øll við" - sum Suni Merkistein og Hans Petur Hansen hava gjørt.

Í fyrra partinum av tveimum fáa vit søguna um upprunamanningina í Straight Ahead - Jørgin Dahl, Heri Ellingsgaard, Edward Ziska, Archie Black og Agnar Joensen. Teir eru javnaldrar, grannar á Vágsheygnum og har um vegir, og floksfelagar.  Allir uttan Jørgin búgva framvegis í Klaksvík. Jørgin hevur verið útiseti í brátt fjøruti ár.

Fyrri partur, sum er um 40 minuttir, verður sendur Kristi himmalsfaradag klokkan 20:00, og seinni parturin, sum er um ein tíma til longdar, verður sendur hóskvøldið 16. mai klokkan 19:30.

20240506_REYP_KOMID_OLL_VID_01

 

Hvat: "Komið øll við" (1:2)
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Kristi himmalsferðardag kl. 20.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. desember
Mono - Kvinnur í countrytónleiki (5:5)
184972
Týsdag 10. desember
LEITISSTEIN 10.12.2024 (Teitur)
184928
Týsdag 10. desember
Samværi 052 - Hvussu finni eg tíð?
184911
Týsdag 10. desember
RagnarRokk: Francesco Paoli um Opera
184906
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184942
Týsdag 10. desember
Veðrið
184922
Týsdag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184893
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812