Áttandi hvør gistandi er føroyingur

Áttandi hvør gistandi er føroyingur
Tað eru ikki bara útlendingar, sum gista á hotellunum og gistingarhúsunum í Føroyum
Føroyingar keyptu 12 prosent av gistináttunum á hotellunum og gistingarhúsunum í Føroyum í mai
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.07.2022 - 15:09

Hotellini og gistingarhúsini í Føroyum høvdu góðar dagar í 2021. Ongantíð fyrr hava tey selt so nógvar gistinætur, sum tey gjørdu í fjør. Tað vísa tøl hjá Hagstovu Føroya.

Men, tað eru ikki bara útlendingar, ið gista á teimum ymisku hotellunum og gistingarhúsunum í landinum - minni enn so. Føroyingar eiga eisini ein fittan part í søluni av gistináttum.

SÍ EISINI Hotell- og gistingarhúsvinnan gyltar dagar

Í mai seldu hotellini og gistingarhúsini í Føroyum tilsamans 29.586 gistinætur, føroyingar keyptu 3.615. Tað svarar til, at áttanda hvør gistinátt í mai varð seld føroyingum.

Tað lutfallið var tó væl størri í mai 2021, tá ið lítil og eingin ferðavinna var í landinum av koronu. Í mai 2021 var meira enn onnur hvør gistinátt hjá vinnuni seld føroyingum.

Danir brúka hotellini mest

Tey flestu, sum brúka hotellini og gistingarhúsini í Føroyum, eru úr Danmark. Í mai var næstan annar hvør gistandi úr Danmark, í mai í fjør var umleið triði hvør gistandi dani.

Ferð er komin á vinnuna eftir 2020, tá ið korona órógvaði. Gistingarhúsini í landinum seldu í fjør 173.913 gistinætur, sum er tað mesta, síðani Hagstovan byrjaði at skráseta tølini í 2013.

Líkt er til, at árið í ár fer at roynast væl hjá gistingarhúsunum og hotellunum í Føroyum. Bara í mai seldu tey 29.586 gistinætur, sum eru 3.500 fleiri enn bæði mai og juni í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525