IRF dyrkar sítt egna grønmeti

IRF dyrkar sítt egna grønmeti
Interkommunali renovatiónsfelagsskapurin vil vísa á týdningin av endurnýtslu
Mynd: irf.fo  
 
02.07.2022 - 20:02

IRF á Hagaleiti er farið undir at dyrka sítt egna grønmeti. Í apríl varð skipað fyri plantuskeiði fyri starvsfólkum, og nú ber til at eta burtur av tí, ið fæst burtur úr gróðrarmikla kálgarðinum uttan fyri skrivstovuna á Hagaleiti.

Í kálgarðinum hjá IRF veksur millum annað iceberg-salat, rukola-salat, tomatir, purrleykur, dild og chili, skrivar interkommunali renovatiónsfelagsskapurin á heimasíðuni.

Allar matleivdirnar frá skrivstovuni hjá IRF á Hagaleiti fara í bokashi-kompostspannir, og moldin, ið fæst burturúr, er rík í føðsluevnum. IRF vil við átakinum vísa á týdningin av endurnýtslu.

IRF er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum, undantikið Tórshavnar kommuna, eiga og reka í felag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776