SAS-samráðingar halda fram til klokkan 10

SAS-samráðingar halda fram til klokkan 10
Tað er framvegis óvist, um flogskipararnir hjá skandinaviska flogfelagnum, SAS, fara í verkfall í dag
Flúgvingin til og úr Føroyum verður eisini rakt, fara flogskipararnir hjá SAS í verkfall
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.07.2022 - 09:34

Partarnir í sáttmálaósemjuni millum SAS og flogskipararnar hjá flogfelagnum høvdu freist til á midnátt í gjárkvøldið, at semjast um ein nýggjan sáttmála til flogskipararnar hjá flogfelagnum.

Fyrst ljóðaði, at tann freistin var flutt til klokkan fimm í morgun. Men, í nátt skrivaði svenska tíðindastovan, TT, at tann freistin varð longd til klokkan 11 danska tíð í morgun, skrivar DR.

Samráðingarleiðarin: Klokkan verður steðgað

Fyrr í morgun fór samráðingarleiðarin, Marianne Hernæs, aftur í Näringslivets hus í Stockholm, har ið samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru um dagarnar.

– Vit steðga klokkuni og fara aftur til samráðingarborðið, segði Keld Bækkelund Hansen, frá Dansk Metal, sum umboðar donsku flogskipararnar, við NRK í nátt.

Umboðsmaðurin hjá donsku flogskiparunum vildi í nátt í smálutum tó ikki viðmerkja, hvat tað er, ið sáttmálapartarnir í trætuni skulu tosa nærri og semjast um.

Umleið 30.000 ferðandi rakt hvønn dag

Tað fer at raka 200 - 250 flogferðir og umleið 30.000 ferðafólk hvønn dag, um sáttmálasamráðingarnar ikki bera á mál, og teir umleið 900 flogskipararnir hjá SAS fara í verkfall.

– Vit vóna ikki, at tað fer at henda, tí tað er trupult at umbóka ferðafólk, tí fult er allastaðni í løtuni, sigur Karin Nyman, samskiftisleiðari hjá flogfelagnum, við DR.

Føroyaflúgvingin hjá skandinaviska flogfelagnum verður eisini rakt, kemur tað har til, segði flogfelagið fyrr í vikuni við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532