Ung sleppa aftur á filmsskúla í summar

Ung sleppa aftur á filmsskúla í summar
Afturvendandi filmsskúlin, Nóllywood, verður í summar í Havn
Ung sleppa aftur í summar at royna seg við filmsframleiðslu. Á myndini frá stuttfilmsupptøkum í Kvívík
Mynd: Savnsmynd  
 
02.07.2022 - 12:40

Filmsskúlin, Nóllywood, verður í ár í døgunum frá 5. til 11 august. Nóllywood er ein filmsskúli fyri ung millum 14 og 18 ár, ið eru áhugað í filmi og í at læra at framleiða filmar.

Tey ungu, ið luttaka á Nóllywood-filmsskúlanum, fáa undirvísing frá føroyskum filmsfólkum, og síðani framleiða tey í felag stuttfilmar

Filmsskúlin var fyrstu ferð í Nólsoy í 2010, og hann hevur eisini verið í Nólsoy tey flestu árini. Í ár verður Nóllywood tó hildin á Føroya Fólkaháskúla í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659

Meira um sama evni