Grønland fær loftrúmið

Grønland fær loftrúmið
Ein nýggja avtala millum Ísland, Kanada og donsku stjórnina hevur við sær, at Grønland fær eftirlitið við loftrúminum yvir Grønlandi um níggju ár.
 
06.07.2022 - 10:35

Um níggju ár fær Grønland eftirlitið við øllum loftrúminum yvir Grønlandi.

Tað sigur ein avtala millum Ísland, Kanada og donsku stjórnina. Grønlendska landsstýrið bað um avtaluna. 

Sum er hava Ísland og Kanada eftirlitið.

Grønland hevur tó longu nú eftirlit við flogførum, sum flúgva 5,9 kilometrar uppi ella lægri enn tað. Eftirlitið í loftrúminum hægri uppi verður framt av Íslandi og Kanada. 

Væntað er, at eftirlitið við øllum loftrúminum, sum kemur í 2031, fer at geva 100 arbeiðspláss í Grønlandi.

Føroyar hava í nógv ár roynt at fingið eftirlitið við øllum føroyska loftrúminum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096