Fleiri vilja taka yvir eftir Boris

Fleiri vilja taka yvir eftir Boris
Eftir at Boris Johnson í síðstu viku boðaði frá, at hann legði frá sær sum leiðari fyri konservativa flokkin, hava fleiri konservativir limir bjóðað seg fram at taka yvir
 
11.07.2022 - 10:45

Nú eru 10 konservativir politikarar í Bretlandi, sum vilja standa á odda fyri konservativa flokkinum og taka við sum forsætisráðharri eftir Boris Johnson.

Tann tíggjundi í røðini er Liz Truss, uttanríkisráðharri, sum nú eisini ætlar at gerast forsætisráðharri. Tað segði hon við blaðið The Telegraph í gjárkvøldið.

Truss lovar at lækka skattin frá fyrsta degi, og hon sigur, at tíðin er komin til at venda aftur til góðu konservativu virðini.

Nú verður umrøtt, um Boris Johnson skal sita til landsfundin hjá Konservativa flokkinum í oktober, ella um hann skal frá sum skjótast, sigur Tinne Hjersing Knudsen, tíðindafólk hjá DR.

Spurningurin er, um Boris Johnson skal leggja frá sær, áðrenn parlamentið fer i summarfrí, ella um hann skal verða sitandi í summar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595