Vil arbeiða fyri dialysutilboði í Suðuroy

Vil arbeiða fyri dialysutilboði í Suðuroy
Leiðslan í heilsuverkinum skal nú slóða fyri, so dialysusjúklingar í Suðuroynni kunnu fara í dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.
 
12.07.2022 - 11:44

Dialysusjúklingar í Suðuroynni eiga at sleppa í dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen. 

Hetta kemur í kjalarvørinum á søguni um 73 ára gamla Niels Paula Midjord, sum enn ikki er sloppin heimaftur til Suðuroyar, eftir at hann mátti í land aftur av Smyrli fríggjadagin, tí eingin fylgjari var við honum.

Sum nú er, mugu dialysusjúklingar í Suðuroy til Havnar at fáa viðgerð. Men hetta kann gerast trupult, tá talan er um viðgerð fleiri ferðir hvørja viku.

Svarið frá sjúkrahúsverkinum upp á trupulleikan hjá Niels Paula Midjord er millum annað, at Sjúkrahúsverkið ikki eigur uppgávuna at veita fylgjara til dialysusjúklingar, sum ikki tørva heilsufakligan fylgjara. Fyri Niels Paula Midjord merkir tað, at hann enn er innlagdur á Landssjúkrahúsinum. 

Skulu fáa lokala viðgerð

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur nú sett sær fyri, at dialysusjúklingar í Suðuroy skulu fáa lokala viðgerð. 

- Tað líkist ongum, at eitt framkomið sjúkrahúsverk ikki kann veita neyðugu tænastuna, hóast tosað hevur verið um trupulleikan í nógv ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Sambært Kaj Leo Holm Johannesen er tað skyldan hjá sjúkrahúsverkinum at veita lokal tilboð. Tí ætlar hann at heita á leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum um at finna eina loysn upp á trupulleikan. 

- Tað vil eg gera alt fyri. Hetta verður ikki loyst í dag ella í morgin, men eg ætli, at trupulleikin verður loystur skjótast gjørligt. Og eg fari nú at heita á leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum um at finna loysn fyri dialysusjúklingar í Suðuroy, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum. 

Hann kann tó ikki siga nágreiniliga, nær ein loysn kann væntast, ella júst hvussu nógv ein slík loysn fer at kosta. 

- Hesi fólkini eiga at fáa lívsgóðskuna aftur, so eg haldi veruliga, at vit mugu royna at finna eina loysn, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 

1538375

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376