Símun Jóannesarson Hansen formaður í Kringvarpsstýrinum

Símun Jóannesarson Hansen formaður í Kringvarpsstýrinum
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Símun Jóannesarson Hansen sum formann í stýrið fyri Kringvarp Føroya.
Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið  
 
13.07.2022 - 14:00

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Símun Jóannesarson Hansen sum formann í stýrið fyri Kringvarp Føroya, eftir at Elin Winther Poulsen fór frá fyri at vera journalistur í Kringvarpinum.

Tað boðar Uttanríkis- og mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi.

Nýggi formaðurin er fyribils settur restina av hesum setanarskeiðinum, sum endar við árslok.

Símun Jóannesarson Hansen er 50 ára gamal, býr í Saltangará og starvast sum fulltrúi í Almannamálaráðnum. 

Hann er útbúgvin løgfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, umframt innan marknaðarføring og vørumenning á Eksportskúlanum í Herning.

Símun Jóannesarson er ikki ókunnigur við kringvarpsarbeiðið, tí hann hevur gjørt tónleikasendingar í Kringvarpinum við jøvnum millumbilum síðan 1991.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342