Biden fer at umrøða Khashoggi-málið

Biden fer at umrøða Khashoggi-málið
Málið um dripna journalistin, Jamal Khashoggi, verður viðgjørt, tá ið amerikanski forsetin Joe Biden í morgin skal hitta saudiska krúnprinsin Mohammed bin Salman
Jamal Khashoggi, sum búði í USA og skrivaði fyri The Washington Post, var dripin í saudi-arabiska konsulátinum í Istanbul í 2018.
 
14.07.2022 - 16:38

Málið um dripna saudi-arabiska journalistin, Jamal Khashoggi, verður umrøtt, tá ið amerikanski forsetin Joe Biden í morgin skal hitta saudiska krúnprinsin Mohammed bin Salman. 

Tað hevur Joe Biden lovað, sigur einkja eftir Khashoggi, Hanan Elatr Khashoggi, sum hevur verið á fundi við embætisfólk í amerikonsku stjórnini.

- Tey vissaðu meg um, at málið um mannin hjá mær verður viðgjørt, sigur Hanan Elatr Khashoggi, sambært journalisten.no.

Jamal Khashoggi, sum búði í USA og skrivaði fyri The Washington Post, var dripin í saudi-arabiska konsulátinum í Istanbul í 2018. Sambært amerikonskum fregnartænastuupplýsingum, hevði Mohanned bin Salman krúnprinsur bílagt drápið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328