SAS-verkfallið: Samráðingar tiknar uppaftur

SAS-verkfallið: Samráðingar tiknar uppaftur
Samráðingarnar halda fram millum SAS og felagið hjá flogskiparunum. Verkfallið hjá teimum gott 1.000 flogskiparunum hjá SAS hevur nú vart í meira enn eina viku.
 
14.07.2022 - 09:40

Partarnir sótu við samráðingarborðið í gjár, og tá varð avgjørt, at tey skulu hittast aftur í morgun klokkan 8.

Tað sigur formaðurin í norska flogskiparafelagnum, Roger Klokset, sambært norska miðlinum, Verdens Gang.

SAS og flogskipararnir hittust mikumorgunin, og knappar 10 tímar seinni komu partarnir úr samráðingarhølunum aftur.

Tá segði formaðurin í flogskiparafelagnum, at tey fóru til hús, og at samráðingarnar verða tiknar uppaftur í morgun.

Formaðurin í norska flogskiparafelagnum vil ikki siga, hvussu langt er millum partarnar ella, hvussu leingi samráðingarnar væntandi verða.

Umleið 1.000 flogskiparar hjá SAS úr Danmark, Norra og Svøríki hava verið í verkfalli síðani 4. juli.

Verkfallið rakar umleið 30.000 ferðafólk hvørt samdøgur, nú flogskipararnir hava lagt arbeiðið niður.

Higartil hevur verkfallið kostað flogfelagnum umleið eina milliard svenskar krónur, skrivar miðilin MobilityWatch.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714