Elinborg framførir nýggja EP á G!

Elinborg framførir nýggja EP á G!
Nýggjur tónleikur verður at hoyra frá Elinborg, tá hon í kvøld fer at spæla á Spæliplássinum í heimbygdini Syðrugøtu
Nýggir tónar verða at hoyra frá Elinborg á G! í kvøld
Mynd: Lydia Hansen  
 
15.07.2022 - 18:11

Skrivað: G! Media / Sanna Nolsøe Djurhuus

Á G! 2022 avdúkar Elinborg endiliga nýggja tónleikin, hon hevur framleitt seinastu árini.

Seinastu tíðina hevur stílurin flutt seg yvir í elektropopp, og umframt fyrsta staklagið Sjórok, sum varð útgivið herfyri, fer sangarin at framføra alla EPina “Vera” fyri almenninginnum fyri fyrstu ferð.

Í løgum sínum setir Elinborg ofta alheiminum spurningin, hvussu hon skal skilja sín egna hugaheim. Brennandi spurningar um stórar kenslur, sum einans kunnu temjast, tá tær gerast frælsar. Tónleikurin speglar umhvørvið. Brimið, silvitni, longu ljósu næturnar, vetraródnirnar. Tey spor, vit menniskju sjálvi slóða og síðan tey, sum lívið leggur eftir í okkum.

 

Spæliplássið fevnir G!-andan

Onkursvegna ger Spæliplássið í Syðrugøtu andan hjá G! til hold. Restina av árinum er tað miðstaðurin, har børnini sleppa at reika frítt, leika, larma og liva. Men eitt vikuskifti um árið fyllist graslíkið vid tónleiki og áhoyrarum, og tá eru vit vaksnu boðin inn undir júst somu fortreytum. At reika frí, at leika, at larma og at liva. G! dregur okkum aftur til barndómsbygdina, har vit ikki kendu lívsins vaksnu ábyrgdir. Vit hitta vinfólk, leypa á sjógv, tjalda og njóta at aftur verða fevnd av fjøllunum og fjørðunum, sum hava uppalt okkum.

Og júst spæliplássið var eisini karmur um barndómin hjá Elinborg, sum hon nú vitjar aftur sum tónleikari, sangari, útbúgvin bachelor í tónlist og sjálvlærd plátuframleiðari. At koma aftur til heimstaðin og merkja rokanina í bygdini eftir allar hesar mánaðirnar, har spontanitetur bleiv skerdur, birtir aftur hesa serligu kensluna, sum einans G! kann tendra:

“Fyri meg er G! staðið, har vit kunnu koma saman og vera hundrað prosent egin uttan at óttast at verða dømd. Eitt stað, har alt bara er deiligt - og hetta hevur serliga manglað hesi síðstu tvey árini. Ein fríløta, har mann sleppur øllum, slappar av, stuttleikar sær og gloymir alt annað í eina løtu.”

Elinborg Pálsdóttir er uppvaksin í Syðrugøtu, so Spæliplássið, har hon framførir í kvøld, hevur ein heilt serligan týdning fyri hana.

 

Á pallin kl. 20:05

At detta fram á konsertir og uppdaga nýggjan tónleik, ein ikki kendi áður, er eitt av eyðkennunum hjá G!, sum Elinborg sjálv hevur tikið til sín, síðan hon sum smágenta mól aftur og fram í bygdini. Og í ár stendur Elinborg sjálv á palli at bjóða gestum frá nær og fjar somu uppliving, hon sjálv elskar.

Elinborg framførir saman við tónleikarunum Jan Rúna Poulsen og Heðin Ziska Davidsen fríggjakvøldið 15. juli á Spæliplássinum kl. 20:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107