Standmynd av Andreu Árting til kvinnudagin

Standmynd av Andreu Árting til kvinnudagin
Tórshavnar kommuna hevur játtað 620.000 krónur, so enn vanta 2,2 milliónir krónur til verkætlanina
Standmyndin av Andreu Árting skal standa í Steinatúni. Edward Fuglø hevur gjørt skitsuna.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
26.07.2022 - 11:04

Standmyndin av Andreu Árting í Steinatúni í Havn skal koma fyri kvinnudagin, 8. mars, næsta ár.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Kommunan hevur játtað 620.000 krónur, so enn vanta 2,2 milliónir krónur til verkætlanina.

Ætlanin er ikki nýggj.

Gunvør Balle, sum tá var forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráði, kom við uppskotinum um standmyndina síðst í november í 2018.

Tórshavnar listaráð mælti til, at standmyndin verður í Steintúni.

Ráðið mælir til at byggja á nøkur fá krøv, millum annað boðskapin um Andreu Árting, sum eru kvinnujavnrættindi, sosialt rættvísi, áræði, áhaldni og sterk kvinnufyrimynd.

Verkið skal kennast fólksligt, ikki elitert, forvitnisligt og sjónligt í býarmyndini. 

Andrea Árting var forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag í 40 ár.

Andrea Árting var forkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag í 40 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815