- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin FM-spenningur
Alt er mestsum avgjørt longu fyri ársins seinasta róður. Summar manningar hava longu vissað sær FM-heitið, hjá øðrum er leiðslan so trygg, at tað skal ganga óvanliga illa í hond ólavsøkuaftan, um meistaraheitið skal gleppa teimum av hondum.
Yvirhøvur hava ov fáar kappingarførar manningar verið í fremstu røð í summar. Á undanfarnu seks stevnunum hevur sami bátur ofta vunnið á hvørjum sinni. Og tá er rímiligt lítil spenningur eftir í FM-kappingini, tá ólavsøkan kemur.
Vinnandi báturin fær sjey stig, nummar tvey fær seks stig, nummar trý fimm og soleiðis aftureftir.
Fjúrtan róðrar
Í alt eru fjúrtan róðrar á ólavsøku. Børnini rógva fyrst. Dreingirnir eru so nógvir, at bátarnir mugu flokkast í tveir riðlar. Síðani verður ein finaluróður millum tíggju teir fremstu. Gentubátarnir rógva allir í senn. Harumframt er ein sonevndur masters-kvinnuróður - fyrr kallað old girls. Og síðani koma teir vialingu FM-róðrarnir - níggju í alt.
Kringvarpið vísir allar róðrarnar uttan innleiðandi dreingjaróðrarnar fyri børn. Byrjað verður at senda kl. 14:30.
Skráin er henda (við klokkutíðum):
13:30 Barnaróður/dreingir (riðil 1)
13:45 Barnaróður/dreingir (riðil 2)
14:30 Barnaróður - gentur
15:00 Barnaróður - dreingjafinalan
15:20 6. mannafør kvinnur (masters)
15:40 5. mannafør gentur (14-16 ár)
16:00 6. mannafør kvinnur
16:20 5. mannafør dreingir (14-16 ár)
16:30 8. mannafør
16:40 5. mannafør gentur (17-18 ár)
17:00 6. mannafør menn
17:10 5. mannafør dreingir (17-18 ár)
17:30 10. mannafør
17:50 5. mannafør kvinnur
FM-støðan
Niðanfyri sæst, hvørjir fremstu tríggir bátarnir í FM-kappingini eru í øllum róðrum:
Barnaróður (gentur)
Sílið 35 stig
Kollur 28
Ørnin 27
Barnaróður (dreingir)
Dúgvan 35
Sævarmoy 26
Knúkur 24
6. mannafør kvinnur (masters)
Fortuna 7
Tvørábáturin 6
Sjódrekin 5
5. mannafør gentur (14-16 ár)
Kjósin 38
Malunarhav 31
Títlingur 27
6. mannafør (kvinnur)
Jarnbardur 42
Froðbingur 36
Sundabáturin 30
5. mannafør dreingir (14-16 ár)
Sílið 40
Báran 31
Heykur 29
8. mannafør
Knørrur 42
Argjabáturin 36
Miðvingur 28
5. mannafør gentur (17-18 ár)
Fípan Fagra 42
Teistin 31
Firvaldur 31
6. mannafør (menn)
Páll Fangi 42
Hósvíkingur 35
Skúgvur 31
5. mannafør dreingir (17-18 ár)
Jallurin 42
Blikur 35
Tambar 31
10. mannafør
Klaksvíkingur 41
Norðingur 37
Havnarbáturin 29
5. mannafør (kvinnur)
Tjaldrið 41
Blikur 31
Leikalind 29