Meiri peningur til nýggjan húsarhaldsskúla

Meiri peningur til nýggjan húsarhaldsskúla
Jenis av Rana, landsstýrismaður, skjýtur upp at hækka partin hjá landinum úr 21 upp í 37,5 mió. kr.
Soleiðis er ætlanin, at nýggi Húsarhaldsskúlin í Klaksvík fer at síggja út.
 
04.08.2022 - 08:15

Landsverk mælti Uttanríkis- og Mentamálaráðnum til at vera meira fyrivarið, nú húsarhaldsskúli skal byggjast í Klaksvík.

Landsverk mælti til at kanna, um nóg nógv er lagt upp fyri til óvissur.

Tað halda Uttanríkis- og Mentamálaráðið og ráðgevin hjá Húsarhaldsskúlanum. 

Landsverk mælti eisini til at hava greiða avtalu við høvuðsráðgevan um øll viðurskifti. Og Landsverk mælti til at fáa vissu fyri, at nøktandi dygdargjøgnumgongd er gjørd, og, at allar endaligar  tekningar og arbeiðslýsingar og arbeiðsfrágreiðingar eru tøkar.

Eisini, tá uppskotini hjá arbeiðstakaranum um broytingar eru gjørdar, so høvuðsarbeiðstakarin ikki í nakran týðandi mun kann gera krøv tí viðvíkjandi. 

 

Tekur til eftirtektar

Hetta hevur Uttanríkis- og Mentamálaráðið tikið til eftirtektar.

Eisini tekur Uttanríkis- og Mentamálaráðið til eftirtektar tilmælið um, at øll endalig skjøl eru tøk, áðrenn endaliga tilsøgnin um studningslán verður latin Húsarhaldsskúlanum.  

Uppskotið um at hækka lutin hjá landskassanum í byggingini í Klaksvík úr 21 upp í 37,5 mió. kr. er komið í løgtingið.

Tingfundur er í dag klokkan 10. Tá eru eykajáttanarlógin og pengarnir frá Novo Nordisk grunninum á skránni.

 

Fleiri fundir

Men fleiri løgtingsfundir vera í dag.

Løgtingsformaðurin segði í gjár, at uppskotið um Húsarhaldsskúlan kemur væntandi til fyrstu viðgerð í dag, tí biðið er um frávik frá tíðarfreistini.

Biðið er eisini um frávik frá tíðarfreistini viðvíkjandi eykajáttanarlógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025