Summarfestivalurin byrjar við einum DJ-braki

Summarfestivalurin byrjar við einum DJ-braki
SF22: Avgjørda høvuðsnavnið á ársins Summarfestivali, norski Alan Walker, fer á pallin í kvøld
Føroysk nøvn seta aftur í ár dám á Summarfestivalskránna, tí tað eru í roynd og veru bara fýra útlendsknvøn á skránni
 
04.08.2022 - 14:09

Í dag byrjar Summarfestivaluin í Klaksvík eftir ein tvey ára koronasteðg. 

Festivalurin byrjar við einari skrúðgongu klokkan 15, sum er at rokna sum eitt karnival, sigur Steintór Rasmussen, fyriskipari. 

Fyriskiparin ásannar, at tað hevur verið trupult í ár at fáa fólk at keypa atgongumerki í forsølu, og tað botnar nokk í, at festivalurin hevur verið avlýstur tvey tey seinastu árini. 

04082022_Steintor_Rasmussen_um_SF_2022

Eingin ivi er um, at tað er avgjørda høvuðsnavnið á ársins Summarfestivali, norskt-bretski Alan Walker, sum fer á pallin í kvøld. Í so máta byrjar Summarfestivalurin við einum braki. 

24 ára gamli Alan Walker er eitt risa navn innan altjóða elektroniska DJ-tónleikapallin, og hevur hittað stórt við eitt nú sangunum "Faded", »Alone«, »All Falls Down«, »Darkside«, »The Spectre« og øðrum. Serliga "Faded" er spældur 3,3 milliardir ferðir á Youtube. 

Sambært Summarfestivalinum sjálvum, so hevur Alan Walker yvir 15 milliardir ljóð- og videostroymingar av sínum sangum. Og hann hevur næstan 40 milliónir fylgjarar á sosialum miðlunum. 

Alan Walker verður roknaður upp í heimselituna av teimum, ið framleiða og framføra elektroniskan tónleik, og hann er fastur fústur á eitt nú heimsins størsta elektroniska tónleikafestivali, Tomorrowland í Belgia.

Alan Walker hevur eisini endurblandað tónleik hjá til dømis Bruno Mars, Avicii, Coldplay, Miley Cyrus og fleiri, og hann hevur spælt konsertir saman við eitt nú Justin Bieber, Rihanna og Kygo.

 

Føroysk nøvn fylla nógv

Annars eru tað føroysk nøvn, ið fylla mest í SF22-skránni, og í kvøld er einki undantak, tí Danny og Ingi skulu royna at fylla Vágsbø kl. 21, meðan Stongum, Guttesen og Ravnsfjall eru høvuðsnavnið í Tjaldinum kl. 22, áðrenn Signar í Homrum, sjálvandi, endar kvølið í Tjaldinum kl. 01:15. 

Mynstrið er í grundini hitt sama hini kvøldini, tí tað eru í roynd og veru bara fýra útlendsk nøvn á skránni hjá Summarfestivalinum í ár. 

Útlendska høvuðsnavnið fríggjakvøldið er amerkianski hármetalbólkurin Steelheart, ið kom fram í 1990, og hittaði við sangum sum »I’ll Never Let You Go«, »She’s Gone« og »We All Die Young«, áðrenn grunge tók lívið av hármetaltónleikinum. 

Steelheart, sum fer á pallin fríggjakvøldið kl. 21:30, spælir klassiskan sein 80ara gittarrokk, og tað serliga sangarin og oddamaðurin í bólkinum, Miljenko Matijevic, sum so at siga alt hongur á. 

Leygarkvøldið eru tað fyrst Anne Dorte og Maria úr Tøsedrengene, sum fara at framføra sangir hjá kenda danska bólkinum á Vágsbøi kl. 21:30.

Og síðstu konsertina á stóran pallinum á Vágsbøi á ársins Summarfestivali spælir danski sjónleikarin Rasmus Bjerg, ið hevur átikið sær leiklutin sum John Mogensen, sáli, bæði á filmi og á palli. 

Mest áhugaverdu føroysku konsertirnar í ár eru so at siga allar fríggjakvøldið, tí fyrst er tað heiðurkonsertin fyri Jógvan Telling í Tjaldinum kl. 20, og síðani Joe & The Shitboys á Torginum kl. 20:45, Marius á Torginum kl. 02:30, áðrenn Swangah eigur endabrestin á Vágsbøi kl. 3. Vert er eisini at geva comeback-kongunum úr Safir eitt shout out, sum mann sigur á nútímans føroyskum, tí Safir fer á pallin í Tjaldinum leygarkvøldið kl. 20. 

Lítið er at ivast í, at Swangah ætlar sær at toppa seinastu framfrøsluna á Vágsbøi í 2013, ið annars var framúrskarandi. 

Annars sleppa fólk sjálvandi at hoyra Dynamit, Eyðun Nolsø, Kim Hansen, Anfinn & Co og Páll Finnur Páll á Summarfestivalinum. 

Ungdómstoymið hjá Kringvarpi Føroya, BIIT, sendir sendingina HIIT frá Summarfestivalinum í dag og í morgin kl. 16.05.

Góðan festival. 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012