Heimafriður: Løgmaður segði einki um ljóðdálking

Heimafriður: Løgmaður segði einki um ljóðdálking
Felagið spyr Bárð á Steig Nielsen, hvat hann ætlar at gera fyri at skapa lívd hjá teimum, sum líða undir larmi frá skipum
Felagið Heimafriður ilskast inná, at løgmaður í ólavsøkurøðu síni ikki segði eitt orð um ljóðdálking. (Savnsmynd)
 
08.08.2022 - 09:47

- Nærum hvønn einasta dag, kvøld og nætur við, verða nógv fólk plágað og pínd av larmi, og harumframt er dálking av royki frá skipunum eisini ein stórur trupulleiki.

Tað sigur felagið Heimafriður, ið ilskast inná, at løgmaður í ólavsøkurøðu síni ikki segði eitt orð um ljóðdálking.

- Sama dag, sum landstýrismaðurin í fiskivinnumálum í tíðindunum segði seg vilja fara til samráðingar um nýggjan fiskiveiðisáttmála við Russland, flýddu fólk úr sínum egnu heimum undan hesum larmandi skipum, ið núverandi fiskiveiðisáttmáli gevur undantaksloyvi til at umskipa við føroyskan bryggjukant, sigur Heimafriður.

Felagið spyr tí Bárð á Steig Nielsen, løgmann, hvat hann ætlar at gera fyri at skapa lívd hjá teimum, sum hvønn dag líða undir larmi frá skipum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025