Danmark fingið koppingarevni fyri apukoppar

Danmark fingið koppingarevni fyri apukoppar
Serumstovnurin hevur fingið 10.000 skamtar av koppingarevni
Danski Serumstovnurin heldur framvegis, at vandin fyri, at apukoppar breiða seg í danska samfelagnum, er sera lítil. 
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.08.2022 - 15:51

Fyrstu skamtarnir av koppingarevni fyri apukoppar eru nú komnir til Danmarkar.

Danski Serumstovnurin fekk fyrrapartin 10.000 skamtar av koppingarevni fyri  apukoppar, og í næstum verða skamtarnir býttir út til regiónirnar.

Tað skrivar Serumstovnurin á heimasíðuni.

- Tað er sera gott, at vit við hesum koppingarevninum kunnu hjálpa til at verja tey, sum eru mest útsett, at fáa at apukoppar, sigur stjórin í danska Serumstovninum, Henrik Ullum.

Í farnu viku góðkendi Fólkatingið at keypa hesar 10.000 skamtarnar av koppingarevni frá Bavarian Nordic, sum er ein donsk heilivágsfyritøka.

Serumstovnurin heldur framvegis, at vandin fyri, at apukoppar breiða seg í danska samfelagnum, er sera lítil. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961